HB-kvinnur slóða fyri
Í september 1972 heita HB-kvinnur í lesarabrævi í Dimmalætting á feløgini um at taka stig til at skipa fyri fótbóltskappingum fyri kvinnur. Í september 1973 spæla KÍ og HB gentur so ímóti hvør øðrum. Í Klaksvík vinna KÍ genturnar 8-0 og í Havn vinnur KÍ 6-1. Sigrid Andreasen, sum mundi vera ein av undangongukvinnunum fyri kvinnufótbólti, skoraði 5 mál henda dagin í Havn.
Johnny Nyby átti avgerandi leiklut
Undan stovnsetanina av AB tann 15. august 1973 spældu argjamenn við havnarfeløgunum. Teir flestu umboðaðu B36, men eisini spældu nakrir við HB. 22-ára gamli danin, Johnny Nyby, var undangongumaður saman við øðrum fótbóltsáhugaðum argjafólki og formaður fyrstu árini. Búnarnir fingu sama lit sum enska yndisfelagið hjá formanninum, Aston Villa.
Longu eitt ár seinni, í 1974, var limatalið um 100, harav 30 kvinnur, sum heittu á felagið um at senda fótbóltsdeild ÍSF áheitan og uppskot um, hvussu møgulig kvinnufótbóltskapping skuldi skipast.
Sigrid Andreasen gekk undan
Í januar 1974 varð skipað fyri innandurakapping í høllini á Hálsi í Havn. Fimtan lið úr HB, KÍ, og B36 vóru við, bæði eldri og yngri. Á sigrandi KÍ-liðnum leiktu hesar: Sigrid Andreasen, Súsanna Michaelsen, Jacobina Joensen og Sigrid Johannesen. Besti málskjútti í kappingini var Sigrid Andreasen, sum skoraði 18 mál. Næst henni kom Jacobina Joensen við 10 málum og nr. 3 var Sigrid Johannesen við 6 seks málum. Besta leikkvinnan var Sigrid Andreasen, sum vissuliga sýndi góðan leik.
Kortini skuldi eitt lítið áratíggju fara aftur við borðinum, áðrenn kvinnufótbóltur av álvara varð settur á breddan, men tá kom trýstið úr øllum ættum.
Íslendska kvinnulandsliðið á vitjan
Í mai mánaða í 1983 varð kunngjørt, at føroyskar kvinnur skuldu spæla landsdystir móti íslendskum kvinnum. Hetta var samstundis fyrstu ferð, at útlendskt kvinnulið í fótbólti vitjaði her á klettunum.
Dystirnir vóru ásettir til 12. juni í Klaksvík og 13. juni í Havn. Vitjanin í Føroyum hjá íslendska kvinnulandsliðnum var ein liður í venjingini til EM-kappingina, har Ísland luttók á fyrsta sinni. Íslendsku kvinnurnar vóru í bólki saman við Svøríki, Noregi og Finnlandi. Tær høvdu annars leikt tveir dystir í EM-kappingini frammanundan. Tær høvdu leikt javnt ímóti Noreg 2-2, men taptu 0-6 fyri Svøríki. Ein annan dyst høvdu tær leikt ímóti Skotlandi, sum vann 3-2. Vitjanin var eisini m.a. ein roynd at eggja føroysku kvinnunum til at fara at spæla fótbólt.
Danskt kvinnulið á vitjan í fuglafirði
Samstundis skrivaði Herning Folkeblad, at “Damefodbold er et hidtil ukendt begreb paa Færøerne, derfor bliver der ingen kampe mod lokale hold, men til gengæld vil Uhre-damerne spille et par interne kampe for at vise færinger, hvad damefodbold er. Indtil nu har 20 senior- og juniordamer meldt sig til turen, der er berammet til dagene 11. til 21. juli.” Venjari hjá liðnum var danin Ronald Risvig Hansen, sum eisini hevði fingið ferðina í lag. Hann arbeiddi í 1981 sum lærari í Fuglafirði og var samstundis venjari hjá ÍF.
Kvinnur á unglingaliðnum hjá KÍ
Leygarkvøldið 11. juni kl. 20.30 leiktu íslendsku kvinnurnar í Klaksvík. Íslendsku kvinnurnar royndust góðir fótbóltsleikarar, sjálvt um mótstøðuliðið vann við tveimum málum móti ongum. Mótstøðuliðið var kortini ikki føroyska kvinnulandsliðið, men unglingaliðið hjá KÍ blandað við trimum kvinnum: Sigrid Andreasen (KÍ), Hildur Rasmussen (B36) og Bjørg Joensen (HB).
Mánakvøldið 13. juni kl. 19 leikti íslendska kvinnulandsliðið móti føroyska dreingjalandsliðnum í Havn. Hóast íslendsku kvinnurnar vístu gott lag, so vóru føroysku dreingirnir væl betri. Teir vunnu dystin við átta málum móti ongum aftaná at hava verið á odda við seks málum í steðginum.

Fundur um kvinnufótbólt á Argjum
Hetta sama vikuskiftið royndi AB at finna útav, um nakað grundarlag var fyri kvinnufótbólti í Føroyum og genturnar á Argjum vóru ógvuliga fótbóltsáhugaðar. Felagið boðaði til fundar, og upp møttu millum 80 og 100 gentur, sum fegnar vildu sleppa at spæla fótbólt. Argja Bóltfelag hevði tvær ferðir havt uppskot frammi á aðalfundinum hjá FSF um at gera eina fótbóltsdeild fyri kvinnur, men undirtøkan var ikki nóg stór.
Gentur úr Fuglafirði sluppu upp í part
Meðan Uhre Gymnastik og Idrætsforening vitjaði í Fuglafirði, spældu tær tríggjar dystir á ferðini. Ein, har tær býttu seg í tvey og spældu saman við nøkrum gentum úr Fuglafirði, ein móti dreingjaliðnum úr Vági og ein móti dreingjaliðnum í Fuglafirði.
Hetta fekk glið á føroyskan kvinnufótbólt, og føroyskar gentur og kvinnur tóku dik á seg.
AB átti uppskotið um kvinnufótbólt
Tað var enn einaferð AB við formanninum Johnny Nyby á odda, sum legði uppskot fram fyri aðalfundin hjá FSF tann 26. november 1983 um at seta á stovn eina kvinnudeild og eina gentudeild í fótbólti. AB vísti á, at stórur áhugi var ímillum gentur og kvinnur at leika fótbólt, og at gentur høvdu luttikið í innandurakappingum við góðum úrslitum. Eisini vísti AB á, at tá ið íslendska kvinnulandsliðið i fótbólti var í Føroyum sama summarið, noyddust dreingir at leika ímóti teimum.
Tað var nú breið semja á fundinum um at seta á stovn kvinnufótbólt, og samtykti fundurin einmælt eina soljóðandi fundarsamtykt: “Miðað verður fram ímóti at sett verður á stovn kvinnufótbóltsdeild, og at arbeitt verður fram ímóti, at kvinnu/gentufótbóltur verður framdur á sumri 1984 sum eina roynd.”
Á aðalfundinum varð sostatt samtykt, at 1984 skuldi vera eitt royndarár. Skipast skuldi fyri eini landskapping fyri kvinnur yvir 17 ár og eini kapping fyri gentur 12-17 ár.
