,

Skúlaleikir halda fram

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Skúlaleikir geva so nógv. Vit fáa rørslu inn í miðdeildina í skúlanum, vit eggja ítróttalærarum til, samstundis sum tað eisini er sosialt, stuttligt – og eitt sindur av kapping. Hevur tú verið til eina slíka stevnu, ivast tú ikki longur í, hvat rørslugleði er.

Tað sigur Elin H. Joensen forseti í ÍSF, sum er stigtakari til Skúlaleikir, nú Betri hevur longt stuðulin til Ítróttarsambandið við trimum árum. Harumframt hevur ÍSF fingið stuðul frá Nordeagrunninum, sum eisini sær stóra virðið í Skúlaleikum, skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.

Nærum 2.000 næmingar vóru við í Skúlaleikum ár. Tað er umleið 90 prosent av næmingunum í 4., 5. og 6. flokki í Føroyum.

ÍSF sigur, at afturmeldingarnar eru góðar. 74 prosent av ítróttalærararnir siga, at tey við Skúlaleikum hava upplivað eina økta motivatión millum næmingarnar, og omanfyri 90 prosent av lærarunum siga seg vilja vera við aftur komandi ár. 

ÍSF sigur eisini, at fleiri ítróttagreinar ynskja at vera við frameftir.