Samtak: Okkara krøv hækka bara sum tíðin líður

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Tað er ikki trupult at síggja, hvørjir arbeiðsgevarar eru teir ringastu. Hvør tað er, ið hevur støðugt virksemi. Hvørjir handlar, á onkran hátt, fáa feskar vørur á hillarnar. So lýsingar fyri grønmeti og egg eru ikki bert handilslýsingar. Tær siga greitt, at hesin handilin er verkfalsbrótari.

Tað sigur Samtak í yvirlýsing, sum er send til miðlarnar.

Her ger Samtak greitt, at verkafólk skulu hava ordiliga løn.

– Tað fara vit at kempa fyri, og okkara krøv hækka bara sum tíðin líður, sigur Samtak nú verkfallið fer inn í triðju vikuna, men enn er einki, ið bendir á, at tað er samband við arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar.

– Arbeiðsgevararnir eru upptiknir av øðrum og innflyta óorganiseraða arbeiðsmegi gjøgnum Fast Track skipanina, innflyta feskvørur í ómerktum vøruvognum og skeivt merktum bingjum og royna at kroysta aðrar fakbólkar og tey, ið ikki eru í fakfelag, til at gera verkfalsrakt arbeiði, sigur Samtak.

Samtak sigur, at tað, at taka upp verkfalsrakt arbeiði, hevur í alla tíð verið ein óskikkur, sum fólk flest halda lítið um.

– Verkfalsbrótari, streykubrótari, skrúðubrekkari, ella hvat heitið man velur, so er her talan um vanvirðilig heiti, ið eingin hevur hug at hava á sær. Men hóast hetta síggja vit handlar lýsa á Facebook við, at tey eru júst hetta: Verkfalsbrótarar, slær Samtak fast.

Samtak sigur, at fakfeløgini stríðast bæði fyri sínum egnu limum, men eisini teimum, ið hava valt limaskapin frá.

– Fáa okkara limir lønarhækkan, so fáa tey óskipaðu eisini lønarhækkan. Og ein lønarhækkan er neyðug. Tað vita øll. Seinastu tvey árini er breyð, kjøt og grønmeti hækkað í miðal 20,5 prosent. Hetta merkist munandi meir hjá teimum, ið hava harðast við at fáa endarnar at røkka saman, og eitt vanligt verkafólk fær ikki longur lønina at strekkja til.

Samtak er samstarv millum Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.