– Teir gomlu klára seg væl. Tað er ómøguligt at fara til eina norðurlendska kapping, uttan at rokna við heiðursmerkjum til teir føroysku veteranarnar. Hetta vikuskiftið var onki undantak.
Tað skrivar Judosamband Føroya, nú Norðurlanda Meistarakappingin varð hildin í Svøríki um vikuskifti.
Jógvan Páll Kristiansen mátti berjast rættiliga hart fyri plássið á heiðursskamlinum.
– Jógvan Páll Kristiansen hevði fýra sera truplar mótstøðumenn í vektbólkinum -73 kg. Tað endaði við einum silvurmerki í einum bólki, har hann saktans kundi enda uttan heiðursmerki orsaka av styrkini hjá leikarunum. Ein sera væl fortjent silvurmedalja aftan fyri ein finna, sum bara var betri hendan dagin, skrivar Judosambandið.
– Búgvi Poulsen, -81 kg., má vera ein av teimum mest vinnandi veteranunum í Norðanlondum, um ikki tann mest vinnandi. Og NM í Svøríki hetta vikuskiftið var onki undantak, tá talan er um at síggja Búgva á sigursskamlinum. Við fýra knúsandi sigrum kundi føroyska judolegendan aftur fáa gullmerkið hongt um hálsin, eftir m.a. at hava vunnið á mótstøðumanninum frá EM-finaluni í 2023, svenska Peter Wesenberg.
– Seinasta veteranfinalan hendan dagin var tann hjá Petur Sigurð Johannesen. Ikki bara var tað seinasti veterandysturin hendan dagin, hann endaði eisini við einum av teimum vakrastu køstunum í veteranbólkinum, og Petur Sigurð kundi fáa gullmerkið hongt um hálsin sum Norðurlendskur meistari í vektbólkinum -100 kg.
Judosambandið skrivar, at tann týdningarmesta succesin var, at tey høvdu eitt stórt lið av ungdómsspælarum upp á fimm íðkarum við í kappingini.
– Sjálvt um tey hava nógv at læra, eru tað eisini nógv gott at arbeiða við framyvir. Vit halda framvegis, at Denis Golovkin bleiv snýttur fyri møguleikan at koma í bronsudystin, eftir ein dyst, har ein svenskur dómari gjørdi tríggjar stórar feildømingar í tey 60 sekundini, dysturin vardi. Denis bleiv alment nummar níggju í vektbólkinum -60 kg. hjá U18, og kundi havt klárað seg betri.
– Aðrir ungir íðkarar kláraðu seg eisini rættiliga væl í sínum dystum, og við rættari venjing hava tey møguleika at koma langt. Vit eiga – og fara eisini – at stuðla teimum ungu leikarunum við góðari og rættari venjing og luttøku í teimum røttu kappingunum, tí tey ungu hava eina fantastiska tilgongd til judo, og tey kunnu koma langt.
Tveir føroyskir dómarar, Andrias Sumberg og Jóan Petur Petersen, vóru eisini við og dømdu til kappingina.
