Í 2022 stóðu tilfeingisvinnurnar fyri 21 prosent av samlaðu virðisskapanini í Føroyum. Býtt á vinnugreinar, stavar 11 prosent av virðisøkingini frá fiskiveiðu og tíggju prosent frá aling.
Framleiðsluvinnurnar koma við 20 prosent av virðisskapanini, har byggivinnan kemur við sjey prosentum av samlaðu virðisøkingini.
Tað er framvegis tænastuvinnan sum kemur við størstu virðisøkingini. Heili 59 prosent av virðisøkingini stavar frá tænastuvinnunum, har eitt nú søla-, gisti- og matstovuvinnan kemur við tíggju prosentum.

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her.