Leggja heilsølu undir at misnýta undantaksloyvi

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Felagsskapurin Verkafólk, sum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag vara av, leggur á sínum Facebook-vanga eftir Poul Michelsen-heilsølu fyri at misnýta undantaksloyvið, sum heilsølan hevur fingið til at flyta inn feska vøru fyri Sjúkrahúsverkið.

– Atburðurin hjá ávísum arbeiðsgevarum er á søguliga lágum stigi. Tað kundu vit staðfesta, tá P/F Poul Michelsen aðru viku á rað misnýtti undantaksloyvið hjá Sjúkrahúsverkinum at flyta inn feska vøru. Hesa ferð hevði heilsølan bílagt umleið 15 plattar av vøru uppá nakkan av Sjúkrahúsverkinum, skrivar bólkurin Verkafólk á sínum Facebook-vanga.

Verkafólk skrivar, at í síðstu viku funnu tey ein platt av eggum í einum handli í Havn, sum felagsskapurin leggur heilsøluna undir at hava misnýtt undantaksloyvið, ið varð givið Sjúkrahúsverkinum fyri at tryggja, at sjúklingar ikki skulu ganga svangir.

– Hetta bleiv gjørt uttan at Sjúkrahúsverkið visti av nøkrum, og uttan at nøkur bílegging var frá Sjúkrahúsverkinum, skrivar felagsskapurin Verkafólk.

Hesum vísir stjórin í PM-heilsølu, Gunnar Mohr, aftur.

– Vit høvdu einki undantaksloyvi í farnu viku. Vit høvdu bílagt vørur heim sum vanligt, og tað er tað einki ólógligt í at gera. Hetta hevði einki við verkfallið at gera, og tað vóru heldur ikki verkafólk, sum fluttu vøruna fyri okkum. Vit virða sjálvandi okkara verkafólk. So kunnu arbeiðarafeløgini koma við ákoyringum, at vit taka upp verkfalsrakt arbeiði, men tað er heldur ikki loyvt at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði, sigur stjórin í PM-heilsølu, Gunnar Mohr.

Arbeiðarafeløgini eru tó av aðrari fatan og tóku tí undantaksloyvið hjá Sjúkrahúsverkinum at innflyta mat aftur, sum ein avleiðing av hesum.

Arbeiðarafeløgini siga, at Sjúkrahúsverkið fekk tó ein nýggjan møguleika at søkja um nýtt undantaksloyvi við nýggjum treytum; at øll vøran skuldi sendast beinleiðis til teirra, og tað fekk stjórin í PM-heilsølu eisini at vita frá teimum fýra arbeiðarafeløgunum.

– Sum sagt, so høvdu einki undantaksloyvi í farnu viku, og hesa vikuna høvdu vit bílagt ov nógv, og tað er ein feilur. Viðhvørt gera fólk feilir, og tað gjørdu vit í hesum føri, og tað taki eg fulla ábyrgd fyri sum stjóri, sigur Gunnar Mohr.

Verkafólk skrivar, at hald er lagt á vøruna, og at hon nú verður boðin til ellisheim, sambýli og eldrarøkt, og tað hevur PM-heilsøla fingið boð um.

– Tað er gleðiligt at hoyra, at tey, ið veruliga hava brúk fyri hesum mati, fáa hendan matin. Tó haldi eg, at tað er langt úti, at vanligi føroyingurin verður tikin sum gísla í hesari trætuni

Seinastu 20 árini hava tey fýra feløgini: Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag verið saman til sáttmálasamráðingar, og í 2022 var avgjørt at formaliserað samráðingarsamstarvið undir heitinum “Verkafólk”.

(Myndir: Verkafólk/Facebook)