Í morgun hendi eitt lítið ferðsluóhapp millum Skipanes og Skálabotn, tá ein sjúkrabilur, sum koyrdi suðureftir, rendi á ein seyð.
Eysturoyarportalurin skrivar, at sum skilst, so var tað ein ær, sum var komin út á landsvegin, sum var orsøkin til óhappið.
Sjúkrabilurin fekk nakað av skaða av óhappinum, og óhappið hendi undir vanligari koyring, skrivar miðilin.
Tó doyði ærin av løstunum.

(Mynd: Eysturoyarportalurin)