Kompany er nýggjur venjari hjá Bayern München

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Seinnapartin í dag kunngjørdi týska stórfelagið Bayern München, at felagið og belgiski venjarin, Vincent Kompany, hava skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fram til 30. juni í 2027.

Sostatt fer Kompany frá enska felagnum Burnley, sum júst er flutt niður í næstbestu deildina í Onglandi, við honum á odda sum venjara.

38 ára gamli Kompany hevur verið venjari hjá enska felagnum Burnley síðan juni í 2022, tá felagið leikti í næstbestu deildini í Onglandi. Tað eydnaðist Burnley at flyta upp í Premier Leauge í fyrsta kappingarárinum við Kompany sum venjara. Áðrenn tíðina í Burnley var hann venjari hjá barndómsfelag sínum í Belgia, Anderlecht.

Tað hevur leingi verið alment, at Bayern München sóknast eftir einum venjara, ið skal taka yvir eftir týska Thomas Tuchel, sum hevur vant felagið í ár. Kappingarárið í ár hevur ikki hilnast væl hjá Bayern München. Fyri fyrstu ferð í níggju ár eydnaðist tað ikki felagnum at vinna týska meistaraheitið. Haraftrat vann felagið hvørki týsku steypakappingina ella Champions League.