Í morgin skal landsliðið venja á Svangaskarði, og ímillum teir verður Ragnar Samuelsen.
Tað skrivar B68.
Keldur hjá FM1 vistu fyri tveimum vikum síðan at siga, at rennisterki miðvallarin hjá B68 var ein av spælarunum, sum landsliðsvenjararnir hugdu eftir, og nú er so greitt, at hann verður við í fyrireikingunum til Baltic Cup, men hvørt hann verður við í endaliga hópinum, ið fer avstað til baltisku londini, er ikki greitt.
Tað skilst tó á lagnum, at onkrir landsliðsspælarar hava onkrar skaðar at dragast við, so um okkurt avboð kemur, so verður hann allarhelst við í flogfarinum til Estlands mikumorgunin.
24 ára gamli miðvallarin hevur spælt við í øllum teimum 14 dystunum, sum B68 hevur spælt í landskappingini og steypakappingini.
Leygardagin 8. juni spæla Estland og Føroyar fyrsta dystin í Baltic Cup, og týsdagin 11. juni skulu Føroyar spæla ímóti annaðhvørt Lettlandi ella Litava.