Sigarettir og aðrar tubbaksvørur hava leingi verið høvuðskeldan til nikotin í Føroyum. Seinastu árini er útboðið av nikotinvørum tó broytt munandi, og nikotin fæst í dag í millum annað nikotinposum, snúsi, tyggitubbaki og e-sigarettum.
Heilsustýrið, sum er fyrrverandi Fólkaheilsustýrið sigur, at marknaðarføringin av vørunum vísir, at framleiðararnir eyðsæð leggja seg eftir at raka tey ungu við litríkum vørum, sum smakka av eitt nú kola, jarðberum ella myntu.
– Ætlanin tykist at rigga, tí millum ung eru alternativu nikotinvørurnar í dag betur umtóktar enn sigarettir, sigur Heilsustýrið í tíðindaskrivi.
Nýtt rák
Heilsustýrið sigur, at fólkaheilsukanningin, ”Hvussu hevur tú tað?” frá 2023, staðfestir, at 29,2 prosent av monnunum og 17 prosent av kvinnunum millum 18 og 24 ár siga seg brúka snús dagliga.
– Til samanberingar liggja hesi tølini fyri allar aldursbólkar samlað á ávikavist 10,7 prosent fyri menn og 2,4 prosent fyri kvinnur. Hjá teimum 25-34 ára gomlu liggur nýtslan eisini væl oman fyri samlaða miðaltalið fyri allar aldursbólkar hjá báðum kynum, sigur Heilsustýrið.
Kanningin gevur eisini ábendingar um, at talan er um eitt nýtt rák, tí lutfalsliga nógv færri í yngru enn teimum eldru aldursbólkunum siga seg ongantíð hava roynt snús. Í aldursbólkinum 18-24 ár sigur bert triðji hvør maður og minni enn onnur hvør kvinna seg ongantíð hava roynt snús. Samanborið við allar aldursbólkar samlað liggja hesi tølini uppi á 69,9 prosentum hjá monnum og 88,4 prosent hjá kvinnum.

Øktur innflutningur
Heilsustýrið sigur eisini, at innflutningstøl benda somuleiðis á, at talan er um eitt nýtt nýtslumynstur í Føroyum.
– Tøl hjá Hagstovuni vísa, at innflutningurin av snúsi og skrátubbaki í vekt er hækkaður við umleið 2,5 tonsum síðan 2010, og at innflutningsvirðið er tíggjufaldað sama tíðarskeið, vísir Heilsustýrið á.

Skaðiligt fyri unga heilan
Heilsustýrið sigur, at gransking vísir, at tá børn og ung brúka nikotin, kann tað elva til varandi mein í heilanum. Heilin er ikki liðugt mentur fyrr enn um 25-30 ára aldur, og til tá er hann serliga viðbrekin fyri ávirkan uttanífrá, eitt nú frá nikotini.
– Nikotin virkar krøkjandi og økir eisini um vandan fyri bundinskapi at øðrum rúsevnum. Harumframt kann nikotinnýtsla hjá børnum og ungum eitt nú elva til trupulleikar við at hugsavna seg, øktan vanda fyri sálarsjúku og hjartaæðrasjúku seinni í lívinum, eins og nikotin skaðar bæði tenn og tannkjøt.
Heilsustýrið roynir seg í hesum døgum at seta sjóneykuna á nikotinnýtsluna hjá teimum ungu, og hevur í hesum sambandi føroyskað ein kunnandi film hjá danska Vidensråd for Forebyggelse, sum upplýsir um vandan hjá børnum og ungum við at brúka nikotin.
– Hugsanin er, at skúlar, stovnar, frítíðarfelagsskapir og onnur kunnu brúka filmin til kunnandi tiltøk fyri ung og foreldur og annað, sigur Heilsustýrið.
Filmurin sæst her:
Fleiri hagtøl og meira kunning um kanningarúrslitini um snús úr “Hvussu hevur tú tað?” eru at finna í frágreiðing, sum er tøk her: https://folkaheilsustyrid.fo/kunning/88