Tað hevur gingið sera væl hjá “føroyingafelagnum” í Norra, Fredrikstad, sum í løtuni liggur á einum triðja plássi í bestu deildini í Norra.
Góða gongdin sæst eisini aftur, tá besti venjarin og besti spælarin fyri í mai skuldu kjósast, tí Fredrikstad fekk báðar hesar fyri í mai, tí bæði venjarin, Mikkjal Thomassen, og nýggi málverjin hjá Fredrikstad, Jonathan Fischer, eru kosnir ávikavist besti venjarin í mai og besti spælarin í mai.
Fredrikstad hevur í hesum sambandi gjørt eitt lítið videobrot, tá teir báðir fáa heiðurin. Eisini sæst, at Fredrikstad nú er í holt við at skifta graslíki á leikvøllinum:
Fredrikstad hevur tikið øll á bóli í ár, eftir at felagið flutti upp í bestu deildina í Norra, og liggur í løtuni á einum triðja plássi í deildini eftir at hava spælt 12 dystir. Fredrikstad er fimm stig aftanfyri Brann Bergen, sum hevur spælt 13 dystir. Bodø/Glimt liggur nummar eitt.
