Námsfrøðiliga Ráðgevingin í Klaksvík fingið nýggjan leiðara

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Nýggi leiðarin á NR (Nánsfrøðiligu Ráðgevingini) er Anja M. Olsen. Anja er útbúgvin námsfrøðingur og Cand. pæd.pæd frá DPU. og hevur starvast á NR síðan 2014.

Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu er eitt fyribyrgjandi tiltak og eitt tilboð til foreldur og stovnar, sum eru fevndir av dagstovnalógini. Námsfrøðiliga Ráðgevingin fevnir um: Hvannasunds-, Kunoyar og Klaksvíkar kommunu.

Námsfrøðiliga Ráðgevingin tekur støði í § 5 í dagstovnalógini, og stovnar kunnu fáa ráðgeving í mun til eitt einstakt barn, ein barnabólk ella fakliga innihaldið í arbeiðnum. Endamálið er at tryggja, at øll børn hava eitt gott og mennandi tilboð.

NR heldur til á Fornagørðum á Klaksvíksvegi 7.