Eftir at fundur var í gjár millum verkafeløhini, Føroya Arbeiðsgevarafelag og semingsstovnin, so byrha samráðingar aftur seinnapartin í dag.
Í gjár metti Terji Sigurðsson, semingsmaður, at grundarlag er fyri at fara aftur til samráðingarborðið og møguliga ginna eina loysn. Fyrsti fundurin verður seinnapartin í dag klokkan 15.
Terji Sigurðsson segði, at avtala var at bert semingsmaðurin úttalaði seg um semingsroyndina:
– Eg veit ikki, hvønn leiklut Sonja Jógvansdóttir hevur. Hon er so ikki partur av samráðingunum. Men hevði tað verið ein av formonnunum í arbeiðarafeløgunum, sum úttalaði seg soleiðis, so hevði tað fingið avleiðingar, sigur Terji Sigurðsson, við in.fo.
Fakfeløgini svara aftur í einum skrivi í dag, sum er undirskrivað av teimum fýra forfólkunum í fakfeløgunum, at tað ikki verur Terhi Sigurðsson, sum avger, hvør er partur av samráðingartotminum hjá fakfeløgunum.
Undan fundinum