Maðurin, sum kom til Føroya í gjár við Norrønu, bleiv steðgaður av tollvaldinum, tí illgruni var um smugling. Tað vísti seg, at hann hevði goymt umleið trý kilo av hassji í bilinum hjá sær.
Maðurin játtaði seg sekan, at hava innflutt hassjið til Føroya við tí fyri eyga at selja tað víðari.
og tí kundi málið avgreiðast við einum sokallaðum straksdómi í Føroya rætti í dag.
Maðurin bleiv dømdur seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
Umframt fongsulsrevsingina, so bleiv bilurin, sum hassjið var smuglað í, og hassjið, konfiskerað.
Maðurin hevur nú 14 dagar at kæra dómin.