,

Glenn Ståhl er kryptiskur: – Í fótbólti veit man ongantíð hvat fer at henda

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Tað er altíð ein æra at verða settur í samband við eitt felag sum B36, men eg eri vísur í, at har eru fleiri nøvn á blokkinum hjá teimum. Eg havi havt nøkur frálík ár í Føroyum, har eg havi knýtt nógv sterk sambond við spælarar, venjarar og tey lið, har eg havi verið venjari. Um so fólk ella miðlar seta meg í samband við starvið í B36, so velji eg at taka tað sum eitt herðaklapp.

Tað sigur svenski venjarin Glenn Ståhl við FM1, sum seinastu dagarnar hevur verið settur í samband við leysa starvið í B36, eftir at samstarvið millum felagið og Dan Brimsvík endaði.

Glenn Ståhl, ið seinast var venjari í Litava hjá Zalgiris fram til apríl í ár, vil tó hvørki vátta ella avsanna, at hann hevur verið í samband við B36. Sjálvur sigur hann, at hann fyrireikar hann seg til eina uppgávu í Nigeria.

– Júst nú fyrireiki eg meg til eina nýggja ferð til Nigeria, har eg áður havi arbeitt sum undirvísari í venjaraútbúgvingini í landinum. Vit eru nakrir venjarar, ið hava samstarvað við fótbóltssambandið har, og vóru runt á fýra støðum í Nigeria í desember í fjør, men í fótbólti veit man ongantíð hvat hendir. Tað kann vera, at okkurt nýtt hendir í morgin, sigur Glenn Ståhl heldur kryptiskt, men tó uttan at koma nærri inn á, hvat hann meinar við hesum.

Flest stig fyri hvønn dyst í NSÍ
Seinastu árini hevur Glenn Ståhl verið venjari í Saudiarabia og í Litava, men hann hevur í nøkrum førum verið venjari og leiðari á akademinum hjá KÍ her í Føroyum

Hann byrjaði sítt venjarayrki hjá TB/FCS/Royn, tá hann kom til Føroya í 2018, men tað vóru serliga úrslitini í NSÍ, har hann var í 2020, sum standa eftir sum ein varði í NSÍ-søguni, tí hann er tann fyrsti venjarin í felagnum, sum fekk NSÍ víðari í einari evropeiskari kapping, tá NSÍ vann 5-1 móti Barry Town úr Wales á Svangaskarði í undanumfarinum í Europa League. Hetta var undir koronutíðini, so tað varð bert ein dystur spældur millum liðini.

Men onkursvegna varð hann loystur úr sínum starvi í NSÍ tíðliga á heysti í 2020, tá hann og leiðslan ikki sótu væl um sátt, skilst á lagnum.

Glenn Ståhl er tann venjarin hjá NSÍ, ið hevur fingið flest stig í miðal pr. dyst. Hann hevði eitt snitt upp á 2,24 stig í miðal per dyst í landskappingini:

1. Glenn Ståhl                   2,24 stig í 21 dystum
2. Guðjón Tórðarson         2,11 stig í 27 dystum
3. Sámal Erik Hentze        2,04 stig í 27 dystum
4. Jóhan Nielsen               2,00 stig í 54 dystum
5. Anders Gerber              1,87 stig í 54 dystum

Mál ígjøgnum undir venjarum hjá NSÍ:
1. Glenn Ståhl 0,76 mál ígjøgnum í miðal pr. dyst (21 dystir)
2. Sámal Erik Hentze 0,93 (27 dystir)
3. Jóhan Nielsen 1,06 (54 dystir)

Kelda: FaroeSoccer og bolt.fo