Fyrrverandi HB-spælarin og 07 Vestur-leigusveinurin, Mads Borchers, hevur fingið eina flúgvandi byrjan í nýggja felag sínum í Finnlandi, VPS Vaasa, har hann er skrásettur fyri sjey mál, og er í løtuni toppskorari í bestu finsku deildini.
– Eg njóti tíðina her, og tað hevur gingið gott. Eg hevði gjørt mær nakrar tankar, áðrenn eg kom her, men eg eri eitt sindur bilsin av, at tað hevur gingið so gott. Men eg taki ein dyst í senn, og so mugu vit síggja, hvussu tað fer at ganga. Júst nú eri eg toppskorari, men tú veitst ikki, hvussu tað er um tríggjar dystir, sigur Mads Borchers við danska Tipsblaðið.
HB keypti 21-ára gamla danskaran áleyparin frá Esbjerg í fjør vetur, eftir at 07 Vestur leigaði hann fyrraárið. Mads Borchers hevði sáttmála við HB til og við 2024, men í fjør summar keypti Varbergs BoIS hann leysan úr sáttmálanum.
Tað gekk ikki ordiliga eftir vild hjá Mads og Varberg BoIS, sum flutti niður í næstbestu deildina í Svøríki, og flutti tí til VPS Vaasa í Finnlandi.
– Hetta er ein lopfjøl fyri meg. Tað gekk ikki í Svøríki, sum eg hevði vónað, so nú havi eg fingið ein nýggjan møguleika at vísa meg fram og vónandi taka næsta stigið.
Danin hevur sáttmála við VPS restina av 2024, men hevur valmøguleika at leingja við einum ári, koma partarnir fram til tað.
VPS Vaasa liggur í løtuni nummar tvey í bestu finsku deildini.
Í 2022 spældi Mads 28 dystir fyri 07 Vestur, har hann skoraði 15 mál. Í fjør spældi hann 21 dystir fyri HB, har hann skoraði sjey mál.