Stuttfilmskapping um vatn

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í heyst fyri stuttfilmskapping fyri flokkar og bólkar í hádeild og á miðnámi.

Longdin á lidna filminum skal í mesta lagi vera sjey minuttir, og frásøgumátin er upp til næmingarnar í samráð við læraran. 

Skriv er sent til lærarar, har upplýst verður um smálutir í kappingini. Nevnt verður, at inspiratión er at finna á ráðstevnuni First Island Water Congress, sum Jarðfeingi skipar fyri í Norðurlandahúsinum í septembur.
 
Stuttfilmurin verður gjørdur sum partur av undirvísingini, og lidni filmurin skal eisini kunna brúkast til undirvísing.
 
Innkomnu filmarnir verða mettir eftir trimum viðurskiftum: 

  • Hvussu sannførandi søgan er
  • Hvussu tøknin er frágingin
  • Hvussu tað hevur hepnast at brúka filmisk frásøgusnildi.

Í dómsnevndini sita Árni Øregaard, Karina Toftegaard, Birgir Kruse og Sólvá Jónsdóttir.
 
Freistin at lata lidna filmin inn er 12. november klokkan 23.59.

Týskvøldið 3. desember klokkan 19 verður eitt úrval av innkomnu filmunum víst í Havnar Bio. Tá fer útgávuleiðarin í Námi at kunngera vinnaran og handa vinningin.

Kelda: Nám