– Eru nakrar ætlanir um at gera ábøtur á Elduvíkarvegin, og um ætlanir eru um hetta, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður gjørt?
Tað hevur Helgi Abrahamsen í dag spurt Dennis Holm, landsstýrismann við samferðslumálum, í einum § 52a fyrispurningi.
Helgi vísir á, at vegurin til Elduvíkar hevur í nógv ár verið í sera vánaligum standi.
– Fyri nøkrum árum síðan blivu ábøtur gjørdar á vegin, men tíverri eydnaðist arbeiðið ikki so væl. Tað vísti seg, at tilfarið helt ikki, tá veturin kom.
– Hóast fá fólk búgva í bygdini, so verður hon nógv vitjað av ferðafólki, og tí er nógv ferðsla eftir vegnum, sigur Helgi Abrahamsen.
Landsstýrismaðurin hevur nú tíggju yrkadagar at svara spurninginum.