Í dag, 13. juni, varð fyrsta pisan floygd á Miðnámi á Kambsdali.
Tað skrivar Miðnám á Kambsdali á heimasíðu sínari.
Jónathan Meinhardsson Jensen var um miðdagsleitið til sína seinastu próvtøku. Hann var til próvtøku í føroyskum, og við hesi próvtøku er útbúgving hansara á fyrireikingarbreyt lokin.
Sum siður er, so fær fyrsta pisan, saman við rektaranum, heiðurin at vinda merkið í húnar hátt.
– Hetta er ein hátíðarløta, har vit fagna teimum, sum í dag og komandi dagarnar fara at gera seg liðug við seinastu próvtøkuna og fáa eyðkendu húgvuna á høvdið, skrivar skúlin.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaðurí Barna- og útbúgvingarmálum, var eisini staddur á Kambsdali í øðrum ørindum, og hann fekk høvi at ynskja ársins fyrstu pisu til lukku við próvtøkuni.

