Umhugsar at krevja endurgjald frá politiinum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Hetta hevur tikið trý ár, har eg havi bíðað og bíðað, men eg haldi, at eg eri tvey tons lættari nú, enn eg var fyri einari viku síðan.

Tað sigur Ebenezer Tórarinn Ásgeirsson – ella Ebbi, sum hann verður róptur – nú Landsrætturin fyri aðru ferð hevur staðfest, at løgreglan hevði onga heimild at leggja hald á hansara el-rennihjól, sum hann ætlaði at seta runt í Havnini, so fólk millum annað kundu brúka hesi til at ferðast til og frá arbeiði.

Hann sigur, at við úrskurðinum hjá Landsrættinum, so er staðfest, at hesi el-rennihjól hava verið lóglig í trý ár, tá hann beint eftir ólavsøkuna í 2021, setti 50 el-rennihjól út til fólk at leiga.

Ebbi sigur, at hann var allatíðina vísur í, at fyritøkan hjá honum, Hopp Tórshavn, hevði fingið loyvi at seta hesi el-rennihjólini út, men so broytti Akstovan, sambært Ebba, sína tulking soleiðis, at el-rennihjól nú vóru mett at vera “pocket bikes”, sum tí ikki kunnu brúkast á almennum vegi, og stutt eftir, at el-rennihjólini vórðu tøk í havnargøtum, so byrjaði løgreglan at leggja hald á tey.

– Hetta hevur verið ein stór íløga hjá mær, og eg havi havt eina mista inntøku øll hesi trý árini, tá eg av órøttum ikki havi havt møguleika at fáa inntøku burturúr hesari íløguni, tí løgreglan hótti við at leggja hald á el-rennihjólini, vórðu tey sett út aftur, umframt at bót bleiv givin teimum, ið leigaðu tey. Men eg havi havt so stóran inntøkumiss, at eg nú umhugsi at krevja endurgjald frá politiinum, sigur Ebbi.

Hann vil ikki seta nakað tal á, hvussu stóran inntøkumiss hann hevur verið fyri hesi trý árini.

– Lat meg siga tað soleiðis, at tað er ikki 2.000 krónur, ið talan er um. Har skulu nøkur null á afturat, sigur eigarin av Hopp Tórshavn.

Ebenezer Tórarinn Ágeirsson veit ikki, hvat hendir við teimum 55 el-rennihjólunum, sum hann fekk til Føroya, men tað kann koma upp á tal at selja tey aftur.

Tann 1. juni í ár kom ein broyting í ferðslulógina, sum nú setur forboð fyri at brúka el-rennihjól á almennum vegi.