(Dagført klokkan 11:31)
Tað er eldur í danska fíggjarmálaráðnum, ið heldur til við Christianshavn.
DR skrivar, at sløkkiliðið í Keypmannahavn er júst komið á staðið og váttar, at tað er nógvur roykur inni í bygninginum, men hevur ikki fleiri upplýsingar upp á núverandi tíðspunkt.
Á sosiala miðlinum X skrivar danski skattamálaráðharrin, Jeppe Bruus, at tað er eldur í danska skattamálaráðnum.
– Øll starvsfólk eru á grasfløtuni uttanfyri bygningin, har tey verða tald upp, stendur í uppslagnum.
Sløkkiliðið í Keypmannahavn sigur við Ekstra Blaðið, at eldurin er byrjaður á takinum, og sum myndin vísir, so er eldur og roykur at síggja koma úr bygninginum.
Sløkkiliðið sigur nú klokkan 11.30, at tamarhald er á eldinum.

