,

Dómarafelagið: Vit døma ikki í Runavík

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Dómarafelagið hevur boðað Fótbóltssambandinum frá, at dómararnir døma fyribils ikki við Løkin í Runavík, um viðurskiftini hjá dómarunum ikki verða broytt.

Tað skrivar in.fo.

Hetta kemur í kjalarvørrinum av dramatiska dystinum fríggjakvøldið millum NSÍ og KÍ, ið KÍ vann 2-1, tá naggatódn tók seg upp eftir dystin, har millum annað ítróttarstjórin í NSÍ royndi at nærkast dómararanum, men varð steðgaður av vaktum hjá heimaliðnum.

Fríggjadagin hevur NSÍ heimavøll móti 07 Vestri, men in.fo skrivar, at dómarafelagið krevur broytingar fyri trygdini hjá dómarunum, um teir skulu døma dystin við Løkin í Runavík.