Tað dregur út við graviarbeiðnum á Frælsinum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fjarhitaarbeiðið á Frælsinum dregur út, og tí verður vegurin ikki opin fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu fyrr enn mánadagin 22. juli klokkan 06.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

Arbeiðið skuldi annars verið liðugt mánadagin 1. juli klokkan 08, men arbeiðið hevur drigið út.

Í hesum tíðarskeiðnum koyrir leið 1 hjá Bussleiðini ikki eftir Frælsinum, men eftir J. C. Svabos gøtu og Fríðriks Petersens gøtu.