Enn nøkur pláss eftir til børn eftir á Reyða Kross Summarleguni

Skrivað

FM1

Dagfesting

Enn eru nøkur pláss tøk á Summarleguni og tí lata vit upp fyri øllum at tekna síni børn til. So heldur tú at títt barn hevur brúk fyri góðum summarupplivingum, so er at melda títt barn til beinanvegin.

Legan verður á Toftum 14. – 19. Juli. Børnini kunnu gleða seg til nógvar stuttligar aktivitetir, ið tey sjálvbodnu fyrireika, eitt nú útferð, kreativar aktivitetir, svimjing, spøl og nógv annað ordiliga stuttligt!

Leguleiðarar, hjálparfólk og køksfólk eru um børnini alla leguna. Hvør vaksin ansar tveimum børnum.

Tey eru øll ólønt og vilja vera sjálvboðin á leguni, tí tey hava hug til at skapa góðar upplivingar fyri børn í Føroyum.

Les nærri og søk um pláss her: https://redcross.fo/summarlegan/