Nú summarsins umsóknir eru viðgjørdar, hevur Lestrarskrivstovan í dag sent øllum umsøkjarum svar. Nøkur eru ikki skikkað og hava fingið noktandi svar, onnur eru komin á bíðilista, og so hava 298 skikkaðir umsøkjarar fingið tilboð um lestrarpláss.
Bíðilisti er til fimm útbúgvingar, og fyri at sleppa inn á tær er kravið í minsta lagi hesi miðaltøl:
- Fólkaskúlalærari 7,5
- Sjúkrarøktarfrøði 7,1
- Lívfrøði 6,9
- Mýlalívsvísindi 5,2
- Námsfrøði 3,2
Niðanfyri er yvirlit, sum vísir tal á umsóknum og tal á bjóðaðum lestrarplássum til einstøku útbúgvingarnar.
Á summum útbúgvingum eru lestrarplássini fleiri í tali enn talið á umsóknum, og ein grund er til tað. Umsøkjaratalið verður gjørt upp eftir fremstu raðfesting hjá umsøkjarunum, og fleiri hava fingið tilboð um lestrarpláss á tí útbúgvingini, sum tey hava valt sum sína aðru raðfesting í umsóknini. Hetta er til dømis galdandi fyri námsfrøði, har 54 hava fingið í boði eitt lestrarpláss, hóast bara 39 umsøkjarar valdu námsfrøði sum fremstu raðfesting.
| Bachelor | Umsóknir | Bjóðað pláss |
| 2024 | ||
| Sjúkrarøktarfrøði, summar | 40 | 25 |
| Sjúkrarøktarfrøði, vetur | 42 | 25 |
| Føroyskt | 14 | 17 |
| Fólkaskúlalærari | 73 | 35 |
| Námsfrøðingur | 39 | 54 |
| KT-verkfrøði | 15 | 14 |
| Diplom í webmenning | 3 | 1 |
| Søga | 6 | 9 |
| Stjórnmálafrøði | 15 | 17 |
| Samfelagsvísindi | 8 | 8 |
| Búskaparfrøði og virkisfrøði | 24 | 28 |
| Lívfrøði & Mýlalívsvísindi | 30 | 24 |
| Bachelor tilsamans | 309 | 257 |
| Hjánám | ||
| 2024 | ||
| Føroyskt | 4 | 4 |
| Hjánám tilsamans | 4 | 4 |
| Master | ||
| 2024 | ||
| Heilsuvísindi | 28 | 27 |
| Søga | 3 | 2 |
| Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði | 16 | 16 |
| Embætisprógv í lóg | 13 | 12 |
| Føroyskt | 6 | 5 |
| Master tilsamans | 66 | 62 |
| Tilsamans | 379 | 323 |
Tey 298, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, hava nú freist til klokkan 24:00 tann 1. august til at vátta, at tey taka av plássinum. Eftir hetta verður lýst við møguligum tøkum lestrarplássum.
Lestrarárið á Fróðskaparsetri Føroya byrjar annars 19. august 2024.
Lesið eitt sindur meira um tað her.
Kelda: setur.fo



