Hoyr fjepparasamrøðurnar okkara reportari, Trygvi Absalonsen gjørdi í undan dystinum í Europa Conference League millum FK Auda og B36 á Skonto leikvøllinum í Riga í Lettlandi. Trygvi prátaði fyrst við gomul B36-kempuna, Baldvin Baldvinsson og abbasonin, Jónas Iversen sum eru varnir optimistar og vóna B36 knógvar ein javnleik. Trygvi prátaði eisini við Sissal Kristiansen, ið eisini hevur vónir um, at B36 fær javnleik, og harvið eitt gott útgangsstøðið til returdystin í Gundadali í komandi viku.
Myndir: Trygvi Absalonsen.
