Graviarbeiði: Jóannes Paturssonar gøta partvís kvett av í kvøld

Skrivað

FM1

Dagfesting

Seinastu tíðina hevur verið nógv graviarbeiði í Havnini í samband við, at fjarhitarør verða løgd niður í jørðina, og í kvøld verður Jóannes Paturssonar gøta kvett av.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar at í kvøld, hóskvøldið 11. juli klokkan 19, verður grivið frá niðara parti av Dalavegnum og tvørturum sunnaru koyribreyt á Jóannesar Paturssonar gøtu.

– Arbeiðið er liðugt fríggjamorgunin 12. juli klokkan 6. Vit heita á bilførarar um at vísa varsemi, meðan arbeiðið fer fram, skrivar kommunan.