Dani setti ferð á finskan fótbólt

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Johannes Frants Hans Blenner (til 1901 Hansen ella Johannes Blenner (f. 23. juli 1879 í Keypmannahavn – d. 21. september 1936 í Helsinki) var ein handilsmaður, reiðari og undangongumaður í fótbólti, sum búði í Finnlandi frá 1904, har hann fekk ríkisborgararætt í 1907. Blenner átti verksmiðjuna Jokelan Tiilitehdas, sum gjørdi múrsteinar, í Tuusula frá 1917 til 1933. Hann átti ein týðandi leiklut í, at fótbóltsspælið í Finnlandi fekk fótin fyri seg, tí hann skipaði fyri fyrsta fótbóltsdystinum og var við til seta finska fótbóltssambandið á stovn í 1907. Við royndunum úr útlandinum tók hann ofta stig til at bøta um umstøðurnar, harímillum syrgdi hann fyri, at læknataska gjørdist krav undir hvørjum dysti.

Á ungum árum íðkaði Johannes Blenner fleiri ítróttagreinar í heimlandinum. Hann stóð seg best í súkkling, sum hann eisini íðkaði á úrvalsstigi í 1899. Árið frammanundan hevði hann búleikast í London, har hann spældi fótbólt fyri Tottenham Trach. Áðrenn hann flutti til Finnlands í 1904, hevði hann spælt fótbólt í Týsklandi, Skotlandi, Svøríki og Russlandi. Hann var ein harðførur verjuleikari.

Í Helsinki var Blenner virkin innan nýstovnaða Ítróttafelagið Unitas, har hann var formaður í fótbóltsdeildini. Ítróttafelagið Unitas varð stovnað summarið 1905, tá íðkarar rýmdu úr Reipas Helsinki og fótbóltsspælið átti fremstu raðfesting.

Í 1906 skipaði Blenner fyri fyrsta almenna fótbóltsdystinum í Finnlandi, tá Unitas møtti áhugafelagnum Sport úr St. Pætursborg í einari ítróttakapping, tá onki heimligt lið hættaði sær at møta Unitas. Tað var fyrsti finski fótbóltsdysturin, hóast arbeiðarar, sjómenn og skúlanæmingar høvdu spælt fótbólt síðani einaferð í 1870-árunum. Unitas tapti heili 0-15, men teir mistu ikki mótið hóast tað. Unitas bjóðaði áhugafelagnum, sum var mannað við bretum, ið búleikaðust í St. Pætursborg, til ein seinna dyst í september, tá fyrsti rættiligi fótbóltsdysturin varð spældur í kappingini, sum fór fram á Kaisaniemi Park.

Dysturin varð spældur á sandvølli sunnumorgunin tann 9. september kl. 11 og finnarnir formáddu sær lítið ímóti russunum, tí hann endaði við einum 3-0 sigri til liðið frá St. Pætursborg. Russararnir kringsettu finska brotsteigin, men málverjin, D. Cable, og bakkarnir, Johannes Blenner og F. Filippula, stóðu seg manniliga í finsku verjuni. Danin Johannes Blenner var eisini liðskipari hjá Unitas.

Russararnir førdu 1-0 í steðginum upp á brotsspark, men øktu beinanvegin í seinna hálvleiki. Teir brendu eisini eitt brotsspark, áðrenn teir skoraðu til endaliga úrslitið 3-0. Hóast keðiliga úrslitið verður kappingin roknað sum byrjanin til kappingina um finska meistaraheitið, tí Unitas í oktober sama ár skipaði fyri einari landskapping. Landskappingin varð skipað sum ein steypakapping og soleiðis varð kappingin um finska meistaraheitið eisini skipað fyrstu árini (frá 1908 til 1930).

Johannes Blenner á odda fyri Unitas.

Unitas helt áfram at spæla altjóða dystir várið eftir, tá teir fingu vitjan av St. Pætursborg-feløgunum Newsky og Neva umframt svenska Östermalms IF úr Stockholm. Í mai 1907 var Unitas eisini við til at seta finska fótbóltssambandið á stovn saman við seks øðrum feløgum.

Finska meistaraheitið varð fyrstu ferð avgreitt í 1908, tá Urheiluseura  Unitas vann 4-1 í finaluni á Polyteknikkojen Urheiluseura. Meistaraliðið var mannað við Algoth Niska, Oscar Jansson, George Easton, Gösta Löfgren og Ernst Schybergson. Millum týðandi fótbóltspersónarnar í finskum fótbólti var danskt-føddi handilsmaðurin Johannes Blenner og hann var eisini dómari í finaluni, hóast hann var bakstudningur hjá Unitas.

Blenner syrgdi eisini fyri, at Akademisk Boldklub vitjaði í Finnlandi um heystið 1909. Sjálvur virkaði Blenner sum dómari í dystinum. Sum dómari hevði hann sín sermerkta stíl, har áskoðarar ofta funnust at hansara dømingum og sendu klagur inn til fótbóltssambandið.

Unitas meldaði seg til kappingina um finska meistaraheitið í 1909 og 1910, men avlýsti báðu ferðir. í 1909 tók Unitas seg úr, tá SPL (finska fótbóltssambandið) burturvísti leikarum úr felagnum. Unitas luttók ongantíð aftur í landskappingini. Felagið varð upployst í 1945.

Johannes Blenner giftist við við Lilly Kajanus-Blenner, sum var dóttir tónaskaldið Robert Kajanus, í 1915. Blenner doyði eftir stutta sjúkralegu í Helsinki tann 21. september 1936; bert 57 ára gamalur. Hann liggur grivin á Hietaniemi kirkjugarðinum.