Fótbóltssambandið í Gibraltar hevur sent eina almenna klagu til UEFA eftir hátíðarhaldið hjá spanska landsliðnum við monnum eftir EM-sigurin.
Klagan er soljóðandi:
“Fótbóltssambandið í Gibraltar hevur lagt til merkis, at hátíðarhaldið kring spanska manslandsliðið, ið vann EM-endaspælið 2024 er ógvuliga provokerandi og ræðandi.
Sambandið hevur umrøtt spurningin í morgun, og hevur valt at senda klagu inn til stjórnina fyri evropeisku fótbóltssamgonguna, UEFA, í samband við óhóskandi sangir, sum hava við Gibraltar at gera, ið sponsku landsliðsspælararnir við monnum sungu eftir at hava vunnið evropeiska meistaraheitið í fótbólti.
Tílík atferð eigur ikki at koma fyri í fótbólti. Punktum”, skrivar fótbóltssambandið í Gibraltar, sum eisini hevur lagt klaguna út á sína heimasíðu.
Her sæst spanska landsliðið syngja “Gibraltar er spankt”, og tað er Manchester City-spælarin, Rodri, ið syngur fyri: