Tíggju ár síðan MH17 varð skotið niður

Skrivað

FM1

Dagfesting

Boeing 777-flogfarið hjá Malaysia Airlines hevði 298 fólk umborð. Flogfarið datt niður í Donetsk-økinum, eftir at tað hevði verið á flogi í fýra tímar.

Flogfarið varð rakt av russiskari rakett úr hersetta økinum í Ukraina tann 17. juli 2014, tá tað fleyg yvir økinum í eystara parti av Ukraina, Donetsk, sum er stýrt av pro-russiskum loysingarfólkum. Russland sigur framvegis, at tað ikki stendur aftanfyri sorgarleikin.

Eitt altjóða toymi av kanningarfólkum boðaði í februar í fjør frá, at tey steðgaðu kanningini av flogvanlukkuni vegna vantandi prógv, men í november í 2022 dømdi ein niðurlendskur dómstólur tríggjar menn lívslangt fongsul og fríkendi ein í málinum, skrivar tíðindastovan AFP.

Russararnir Igor Girkin, Sergej Dubinsky og ukrainin Leonid Khartchenko, sum vórðu dømdir í fráveru, vórðu funnir sekir í drápi og við vilja at hava elvt til flogvanlukkuna og blivu dømdir at sita í fongsul fyri lívstíð.

Teir dømdu skulu rinda teimum avvarðandi í minsta lagi 16 milliónir evrur.

Tann fjórði ákærdi, russiski Oleg Pulatov, varð fríkendur fyri vantandi prógv. Sambært rættinum, so bleiv Buk-rakettin skotin úr eystara parti av Ukraina, har russiskt sinnaðir loysingarmenn stýra.

Eingin av teimum ákærdu møttu til rættarmálið, sum byrjaði í mars 2020 og endaði í november í 2022.

– Eingin russisk misinformatión kann avskepla hesi grundleggjandi fakta, sum rætturin leggur fram. ES endurtekur sína áheitan á Russiska Samveldið um at taka ábyrgdina av hesum sorgarleiki, og at landið samstarvar fult út við rættarskipanina, sigur leiðarin fyri ES-diplomati, Josep Borrell, týsdagin, sambært AFP.