Māris Verpakovskis var føddur í Liepāja í Lettlandi 15. oktober 1979. Pápin, Ilmārs Verpakovskis, spældi tríggjar landsdystir fyri Lettland í 1991 og 1992, har hansara seinasti landsdystur var fyrsti FIFA skrásetti landsdysturin hjá Lettlandi 8. apríl 1992. Rumenia vann 2-0. Sonurin byrjaði at spæla við býarliðnum FK Liepājas Metalurgs, har pápin vandi sonin eitt stutt tíðarskeið í 1994. Māris spældi við FK Liepājas Metalurgs frá 1994 til 2001 og skoraði 10 mál í 59 dystum. Í 2001 skifti hann til Skonto Riga, har hann skoraði 41 mál í 77 dystum. Í 2003 skifti hann til ukrainska stórfelagið Dynamo Kyiv, har hann spældi 49 dystir og skoraði 11 mál.
Māris Verpakovskis skoraði avgerandi málið, tá Lettland tók øll á bóli og vann frásáldingardystin um plássið í EM-endaspælinum 2004. Lettland vann samanlagt 3-2 á Turkalandi, sum hevði vunnið bronsudystin undir HM-endaspælinum í 2002. Áleyparin, sum spældi við Dynamo Kyiv, gjørdist toppskjútti hjá Lettlandi í undankappingini við 6 málum og hann skoraði eisini einasta málið undir EM-endaspælinum 2004, har Lettland eina stutta stund var á odda í byrjanardystinum ímóti Kekkia.
Í 2004 varð Māris Verpakovskis valdur til besta leikara hjá Dynamo Kyiv, men ein ósemja við táverandi venjaran, József Szabó, førdi til, at hann varð útlæntur til fleiri ymisk feløg m.o. kroatiska felagið Hajduk Split, sum HB skal møta, og spanska Celta de Vigo.
Tann 23. oktober 2014 varð kunngjørt, at nýtt felag varð sett á stovn undir navninum Futbola klubs Liepāja og at forseti í felagnum var hin grikski útisetin Māris Verpakovskis, sum eisini spældi við besta liðnum, har hann skoraði 1 mál í 9 dystum. Verpakovskis fór úr felagnum í november 2018.
Māris Verpakovskis eigur framvegis málmetið við 29 málum í 104 landsdystum. Eitt málmet, sum hann tók frá Ēriks Pētersons. Ilmārs og Māris Verpakovskis eru einastu feðgar, sum hava spælt við lettiska landsliðnum.