Chidozie Obi-Martin ella Chido Obi, sum hann verður róptur, var føddur í Glostrup 29. november 2007, har hann byrjaði at spæla við liðnum í grannalagnum, KB, áðrenn hann sum 14 ára gamal flutti til Londons. Í London fór hann á fótbólsskúlan hjá Arsenal.
Longu sum 15 ára gamal spældi hann á U18-liðnum og skoraði hattrick í fyrsta dystinum frá byrjan 23. september 2023, tá Arsenal vann 4-0 á Southampton. Longu mánaðin eftir spældi hann á U21-liðnum. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, vandi hann við besta liðnum í november. Tann 18. november gjørdist hann so heimskendur, tá ið hann skoraði 10 mál fyri Arsenal í 14-3 sigrinum á Liverpool. Tann 27. apríl 2024 var hann aftur í øllum fjølmiðlum, tá hann skoraði 7 mál fyri U18-liðið í 9-0 sigrinum á Norwich. Samanlagt hevði hann tá skotið 24 mál í seinastu sjey U18-dystunum.
Í landsliðshøpi er hann valbærur fyri Nigeria, tí hann hevur nigerianskan pápa, fyri Danmark, tí hann hevur danska mammu og Ongland, sum hann kann umboða, tí Nigeria er við í Commonwealth. Hann byrjaði á danska U16-landsliðnum, skifti til enska U16-landsliðið, men er aftur dani í altjóða høpi.
Í mai-juni spældi hann í EM 2024 fyri danska U17-landsliðið, har hann skoraði 2 mál í 5 dystum, áðrenn Danmark í hálvfinaluni varð varpað úr kappingini av Italia, sum vann europameistaraheitið.
Arsenal ynskir sjálvandi at framleingja sáttmálan við unga, evnaríka leikaran, sum Bayern München, Newcastle, Monaco og Eintracht Frankfurt eisini hava áhuga í, men eftir øllum at døma hevur Manchester United góð kort í hondini, tá Chido Obi skal velja sína framtíð.