HR-ráðgevi til HR-deildina á Fróðskaparsetrinum

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Kundi tú hugsað tær at ment og røkt starvsfólkaøkið á Setrinum? So er tað kanska tær, vit leita eftir til eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv sum HR-ráðgevi.

Um starvið

Setrið vil uppraðfesta HR-økið og tryggja, at øll virkisøkir verða stuðlað av HR-tiltøkum. Sum starvsfólk á HR-deildini fært tú møguleika at arbeiða við sera fjølbroyttum uppgávum í tøttum samstarvi við leiðslu. Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru:

  • at samskipa og ráðgeva í sambandi við starvssetanir og starvsfólkamál
  • at arbeiða saman við øðrum at orða/endurskoða politikkar
  • at fremja trivnaðarkanningar og arbeiða við úrslitunum
  • saman við øðrum at skipa fyri innanhýsis skeiðum og trivnaðartiltøkum
  • at halda í træðrunum og vera sparringspartnari í sambandi við førleikamenning
  • at arbeiða við fjølbroytni, javnrættindi og inklusjón
  • at røkja aðrar vanligar HR-fyrisitingarligar uppgávur

Tín vangamynd

  • Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir, gjarna frá HR ella líknandi øki. Vit vænta, at tú:
  • hevur áhuga og áræði at arbeiða við uppgávum bæði í fyrisiting og menning
  • dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu – serliga á føroyskum, men eisini á donskum og enskum
  • hevur royndir við vanligum telduforritum og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar KT-skipanir
  • nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til løgfrøði.

Vit bjóða

  • eitt spennandi og avbjóðandi starv
  • ein ágrýtnan starvsfelagabólk á høgum fakligum stigi og eitt spennandi umhvørvi
  • góðar møguleikar fyri førleikamenning

Umsókn, freist og samband
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. oktober 2024.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Katrina Poulsen, HR-leiðara, á tel. 292518 ella KatrinP@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.​