Tann 15. februar 1913 vann Írland 2-1 á Onglandi og tað var samstundis fyrstu sigur yvirhøvur á Onglandi. Billy Gillespie skoraði bæði málini. Árið eftir, 14. februar 1914, vann Írland enntá 3-0 á Ayresome Park í Middlesbrough. Áðurnevndi Billy Gillespie skoraði aftur, meðan Liverpool-leikarin Bill Lacey skoraði tvey mál.
Stutt eftir brast fyrri heimsbardagi á og meðan Ongland luttók í heimsbardaganum, fór frælsisstríðið, nevnt páskauppreisturin, fram í Dublin í 1916. Í 1921 býtti bretska stjórnin oynna Írland í tvíningar. Tey 26 greivadømini har suðuri gjørdust sjálvstøðuga landið Eire, men tey 6 greivadømini har norðuri vórðu verandi bretsk, nevnd Norðurírland. Í 1922 fekk syðri partur – um fýra fimtingar av oynni – sjálvstýri í Bretska Heimsveldinum og gjørdist óheft lýðveldi í 1948; men Norðurírland varð verandi saman við Bretlandi.
Tað førdi sjálvandi til eina margháttliga støðu, tí nú vóru tvey fótbóltssambond, sum nevndu seg Írland: norðurírska fótbóltssambandið (IFA) og írska fótbóltssambandið (FAI). Bæði sambondini tilskilaðu sær rættin til at velja leikarar úr øllum Írlandi. Úrslitið varð, at fleiri kendir leikarar umboðaðu bæði londini.
Tann 21. september 1949 var tað bert aðru ferð, at sjálvstøðuga Írland møtti Onglandi, men fleiri leikarar høvdu longu umboðað Norðurírland fleiri ferðir, m.a. hevði áleyparin Davy Walsh frammanundan skorað tríggjar ferðir ímóti Onglandi.
Írska landsliðið spældi fyrstu ferð ímóti Onglandi tann 30. september 1946 á Dalymount Park í Dublin. Á liðnum spældu Johnny Carey, Con Martin og Billy Walsh, tá Ongland vann ein tepran 1-0 sigur í 82. minutti. Tveir dagar frammanundan høvdu áðurnevndi Carey og Tom Aherne spælt við norðurírska landsliðnum, sum tapti heili 2-7 fyri sama enska landsliðnum. Tá liðini møttust aftur 5. november 1947 spældu Carey, Martin, Billy Walsh, Peter Farrell, Davy Walsh og Tommy Eglington, sum allir høvdu umboðað írska landsliðið. Davy Walsh skoraði fyrsta málið í 2-2 javnleikinum á Goodison Park. Carey, Martin, Farrell og Walsh spældu eisini fyri norðurírska landsliðið í 2-6 tapinum fyri Onglandi á Windsor Park í Belfast tann 10. oktober 1948. Davy Walsh skoraði bæði málini tann dagin.
Dysturin var ein fyrireiking hjá báðum undan undankappingini til HM 1950 í Brazil. Hóast Ongland ikki hevði Stanley Matthews og Stan Mortensen við, so vóru leikarar sum Billy Wright, Neil Franklin, Wilf Mannion og Tom Finney á liðnum. Írland hevði 7 leikarar úr bestu ensku deildini á liðnum, harímillum Johnny Carey, sum varð kosin ársins leikari í 1949. Tveir aðrir írskir leikarar, Tom Aherne og Tommy Moroney, spældu líka sum Finney í næstbestu ensku deildini. Hinir báðir leikararnir, málverjin Tommy Godwin og Tommy O’Connor spældu báðir fyri Shamrock Rovers í írsku deildini.
Liðuppstillingin hjá Írlandi: Tommy Godwin (Shamrock Rovers) – Johnny Carey (Manchester United – liðsk), Tom Aherne (Luton Town) – Billy Walsh (Manchester City), Con Martin (Aston Villa), Tommy Moroney (West Ham) – Peter Corr (Everton), Peter Farrell (Everton), Davy Walsh (West Bromwich), Peter Desmond (Middlesbrough) og Tommy O’Connor (Shamrock Rovers)
Írland vann 2-0 við málum frá Con Martin og Peter Farrell. Tað var fyrstu ferð, at Ongland á heimavølli tapti fyri landi uttan fyri Skotland, Wales og nú Norðurírland.
FIFA legði uppí, tá bæði írsku londini meldaðu seg til somu HM-undankapping og sostatt luttóku í somu kapping. Fýra leikarar spældu í roynd og veru fyri tvey ymisk lond í somu FIFA HM-undankapping: Tom Aherne, Reg Ryan, Davy Walsh og Con Martin. Allir vóru føddir í írska lýðveldinum og høvdu umboðað Írland, áðrenn teir játtaði at spæla fyri Norðurírland. Fótbóltssambandið í Írlandi talaði at og ynskti, at FIFA sýtti sunnanmonnum at umboða Norðurírland. Londini skuldu halda seg innan fyri mark og í 1953 varð avgjørt, at annað landið skuldi rópa seg Lýðveldið Írland, meðan hitt skuldi kalla seg Norðurírland.
Í dag fáa allir norðurírar írskan ríkisborgaraskap sum viðfødd rættindi og kunnu altíð velja at umboða Írland uttan so, at teir hava umboðað norðurírska A-landsliðið í kappingarførum dysti.