Sølan av nýggjum bilum í Føroyum fyri tíðarskeiðið januar-september í ár samanborið við somu mánaðir í fjør er framvegis minkandi, upplýsir Akstovan.
Nýggir persónbilar seldu í tíðarskeiðnum 356 minni í ár enn í fjør – ein minking úr 1.235 niður í 879 bilar.
Fyri øll nýggj akfør sæst sama gongd, við einari miðal minking upp á ein fjórðing. Í nýggjum smábussum er talan um eina minking upp á heili 100 prosent, meðan motorsúkklur tó fara beint mótsattan veg við einum vøkstri upp á 100 prosent.
Tá tað kemur til brúktar persónbilar sæst ein vøkstur upp á 99 bilar í sama tíðarskeiði, úr 75 upp í 174, sum er ein vøkstur upp á 132 prosent. Samlað fyri øll brúkt akfør er trendurin líknandi, nevniliga ein vøkstur upp á stívliga 56 prosent.