Ota seg inn í Ís­landi og Skot­landi

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

KJ Hydraulik hevur yvir góð 20 ár tikið seg inn á tann íslendska marknaðin fyri mekaniskt arbeiði innan sjóvinnuna og tey seinnu árini serliga innan útgerð til alivinnuna. Harumframt hevur felagið fingið samstarv við alivinnuna í Skotlandi, upplýsir Ólavur Asafsson Olsen, stjóri.

Fyri tíð síðani frættist um ein stóran ordra KJ vann í sambandi við útbyggingina av einari smoltstøð í Nauteyri, sunnarlaga í Ísafjarðardjúpi, tí stóra fjørðinum uppi á Vesturlandinum.

Kundin eitur Háafell, eitt felag sum íslendingar sjálvir eiga.

“Arbeiðið hjá okkum í Nauteyri við at útbyggja smoltstøðina hjá Háafell hevur gingið væl,” segði Ólavur Assafsson Olsen við FM1. “Hetta er ein stór verkætlan og fyrsta byggistig er nú liðugt, so hetta er ein varði í okkara drúgva samstarvi við Háafell.”

Sambært KJ er næsta byggistig farið í gongd.

“Vit hava lagt rørleiðingar í lendið og eru komin væl áleiðis í arbeiðinum at byggja høllina,” legði stjórin afturat.

Fyrsta byggistigið í verkætlanini í Nauteyri umfatar eina høll við fýra stórum kørum, ið tilsamans geva 2.400 rúmmetrar. Har hevur KJ sum skilst staðið fyri arbeiðinum at leggja rør í jørðina, sveisa og installera plastrør umframt at veita og seta upp tekniska útgerð.

“Vit eru sera glað fyri at hava gjørt avtalu við KJ um veitan og uppsetan av rørleiðingum og tekniskari útgerð til útbyggingina hjá okkum,” segði Gaut Geirsson, stjóri hjá Háafell.

“Vit hava samstarvað við KJ í 20 ár, har vit millum annað eisini hava keypt tvíkiljur og aliringar frá teimum. Hetta ger at vit kenna okkara veitara sera væl. Samstarvið við KJ hesaferð hevur, eins og áður, verið fyrimyndarligt.”

Samstarvið hjá KJ við íslendingar byrjaði við at ein tvíkilja varð bygd fyri ein alara fyri tíð síðani. Men tað sum at byrja við eisini bygdi upp eitt álit millum fyritøkuna í Kambsdali og íslendingar var hydrauliskar og aðrar bráðfeingis mekaniskar umvælingar sum KJ gjørdi fyri íslendsk fiskiskip ið landaðu í Fuglafirði.

“Fiskiskip hjá Samherja eru komin nokkso nógv inn á Fuglafjørð at landa,” viðmerkti Ólavur Asafsson Olsen. “Onkuntíð var eitt spæl, ein krani ella okkurt annað í ólagi, og vit hjálptu sum vera man við at umvæla. So við og við fingu vit fleiri og fleiri uppgávur frá íslendingum, í fyrstani mest innan uppsjóvarvinnuna. Seinni bleiv meira og meira av arbeiði innan alivinnuna, har vit hava bygt tvíkiljur og seinni gjørt umfatandi installatiónir á landi.”

Nettosølan hjá KJ lá í fjør tilsamans um slakar 400 milliónir krónur, vísir roknskapurin hjá felagnum, harav vinningurin eftir skatt lá um 20 mió.

Sambært stjóran umboðar útflutningur ídag umleið ein fimting av søluni hjá felagnum, fyrst og fremst til Íslands men eisini til Skotlands.