SMS boðar frá at sølumiðstøðin í Havn aftur kemur á íslendskar hendur. Nýggjur eigari av øllum partapeninginum verður Hagar, eitt stórt, børsskrásett felag innan detailhandil í Íslandi.
“SMS verður ætlandi partur av børsskrásettum samtaki,” segði SMS í tíðindaskrivi fyri løtu síðan.
“Íslendska samtakið Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, ætlar at keypa allan partapeningin í P/F SMS,” ljóðaðu boðini. “Miklagarður, Bónus og Mylnurnar fáa harvið øktar møguleikar at menna virksemið og økja vøruúrvalið.”
“Stóra íslendska samtakið Hagar hf, sum rekur íslendsku Bónus-ketuna, oljufelagið Olís við 70 bensinstøðum, klædnahandilsketuna Zara og annað serstakt virksemi, ætlar at keypa allan partapeningin í P/F SMS,” varð upplýst.
“Hagar hf og partaeigararnir í P/F SMS eru samdir um treytirnar fyri søluni, sum partarnir hava undirskrivað í einum ætlanarskrivi.”
P/F N. M. Holding og P/F Farcod eiga helvt um helvt av P/F SMS, og sambært søluætlanini keypa núverandi partaeigarar í SMS-samtakinum partabrøv í Hagar, har teir samanlagt fara at teljast ímillum 15 teir størstu partaeigararnar í íslendska samtakinum. Harumframt heldur Niels Mortensen fram sum stjóri í P/F SMS.
Íslendsk pensjónsfeløg eiga meginpartin av Hagar, sum hevði umleið eina milliard EUR í umsetningi í fjør. Sambært upplýsingar starvast 2.500 fólk starvast í samtakinum, svarandi til 1.450 fulltíðarstørv.
“P/F SMS hóskar væl til strategisku málini hjá Hagar, sum fyrr í ár boðaði frá at samtakið leitar eftir nýggjum møguleikum at víðka virksemið,” stóð víðari í tíðindaskrivinum.
“Hagar hf boðar í tíðindaskrivi frá at við keypinum av SMS, ið er ein høvuðsleikari á føroyska marknaðinum, økir Hagar sítt virksemi innan gerandisvørur munandi.”
Almenningurin kann keypa partabrøv
Finnur Oddsson, samtaksstjóri í Hagar, varð endurgivin fyri at siga at “SMS er eitt sterkt og vælrikið samtak, ið hevur djúpar røtur í føroyska samfelagnum. Vit vilja gera okkara besta fyri at stuðla menning og vøkstri í SMS, sum gagnar Føroyum.”
Niels Mortensen, samtaksstjóri og partaeigari í SMS, viðmerkti: “Ætlanirnar hjá Hagar at keypa P/F SMS fara uttan iva at gagna viðskiftafólkunum hjá Miklagarði, Bónus- handlunum og Mylnunum, sum verða innlimað í eitt risastórt samtak við einum stórum altjóða netverki. Fyri SMS-samtakið er m.a. talan um rakstrarfyrimunir, nýggjar menningarmøguleikar og økt vøruúrval.”
“Tað hevur eisini stóran týdning fyri okkum sum partaeigarar at vit kunnu halda fram sum partaeigarar á hægsta stigi í íslendska samtakinum, har vit framhaldandi kunnu hugsavna okkum um P/F SMS sum føroyska partin av Hagar,” legði Niels Mortensen afturat.
Víðari varð sagt at Niels Mortensen “fegnast” um aftur at fáa møguleikan at samstarva við Hagar, ið var partaeigari í P/F SMS fram til 2010, eftir at SMS hevði sett Bónus-handlarnar á stovn í Føroyum.
“Tætta tilknýtið millum P/F SMS og Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, kann eisini gerast áhugavert hjá føroyska almenninginum, sum nú fær møguleikan at gera íløgur í føroyska gerandis- og matvørumarknaðin við at keypa partabrøv í Hagar hf,“ segði Niels Mortensen.
Umsetningurin hjá P/F SMS lá um 700 milliónir krónur í fjør, og avlopið eftir skatt var 12 milliónir krónur. 700 fólk eru í starvi hjá SMS samtakinum svarandi til 286 fulltíðarstørv.