Bjørt ella Siri skulu leiða Tjóðveldi 

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tvey uppskot eru til nýtt forfólk í Tjóðveldi. Tað er greitt, eftir at freistin hjá økisfeløgunum at lata uppskot inn fór á middnátt í gjárkvøldi. Í uppskoti eru Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg, tað boðar Tjóðveldi frá í morgun.

Tjóðveldi skal eisini hava nýtt næstforfólk. Í uppskoti er virkandi næstforkvinnan, Hervør Pálsdóttir. 

Eykafloksting í Tjóðveldinum verður leygardagin 2. novembur klokkan 12 á Hotel Føroyum við tveimum evnum á skrá. Valið av forfólki og valið av næstforfólki. 

Ein limur í Tjóðveldi skeyt eisini Dennis Holm upp til nýtt forfólk, men hann hevur boðað frá, at hann ikki tekur við valinum.

Fríggjakvøldið legði Høgni Hoydal mitt í samrøðu í Degi og Viku frá sær, sum formaður floksins, og tá gjørdist greitt, at nýtt forfólk skuldi veljast.