,

Breiddin gjørdi munin hjá H71

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burn menn
KÍF- H71 22-28 (14-14)

KÍF tók móti hoyvíkingum í besta mansdeildini í hondbólti í kvøld. Tað leikaði javnt á frá byrjan til enda, og skiftivís var KÍF framman fyri við einum máli, áðrenn H71 javnaði. H71 var ongantíð framman fyri í fyrra hálvleiki.

H71 royndi seg frá byrjan við einari forskotnari 4-2 -verju, har Rói Seyer Hjaltason og Høgni Højsted lógu frammi vinstra bakki og spældeilaranum hjá KÍF. Men hendan verjan riggaði ikki serliga væl, tí KÍF kom nærum hvørt álop í góðar skotstøður, sum endaðu í málinum.

Í hinum endanum var tað fyrstu løtuna serliga væl leikandi Rókur Ziskason, sum skoraði fleiri mál. Aðrir tóku tó við, sum fyrri hálvleikur leið, og hóast liðið hjá H71 er blaðungt, so hevur tað eina ávísa breidd, sum ger, at fleiri leikarar kunnu gera mun. Millum annað skoraði langskjúttin Hilmar Leon Jakobsen tvey tey seinastu málini fyri steðgin.

Í seinna hálvleiki fór H71 beinanvegin tvey mál fram um, og millum annað kom høgri vongur Jón Rói Høgnesen fleiri ferðir leysir bæði í grundspælinum og í skjótálopum. Tíbetur fyri kollfirðingar tók Milenko Jelkan tvey av hesum skotunum og helt harvið KÍF inni í dystinum.

Nú fór dysturin ein løtu skiftivís við, at H71 legði seg fram um við tveimum, og so minkaði KÍF niður í eitt mál. Hjá KÍF var tað serliga danski høgri bakkurin, Emil Nielsen, sum helt KÍF inni í dystinum.

Hesa løtuna hevði KÍF heldur lættari við at koma til málini enn H71. Men kolfirðingar komu kortini ikki nærri enn tað sama. Í staðin fór H71 við Róki Ziskason á odda fram um við fýra málum, 24-19, tá ið níggju minuttir vóru eftir.

Agnar Joensen, venjari hjá KÍF tók nú leikbrá. Kanska heldur seint at taka leikbrá, og í fyrsta umfari hjálti tað heldur ikki tað stóra, hóast KÍF fór longri fram at verja.

Hinvegin var Mark Marcher, venjari hjá H71 skjótur at taka leikbrá, tá ið fyrst Rókur Ziskason var vístur av vølli, og KÍF síðan minkaði til 21-25, tá ið fimm minuttir vóru eftir. Tað hjálpti beinanvegin og H71 kom frammum 27-22,. Tá ið Torstein Sivertsen í málinum so bjargaði einum brotskasti frá Mikkel Vinther, vóru tríggir minuttir eftir, og eingin vegur aftur hjá KÍF. H71 vann at enda 28-22, og tað var uppiborið.

Tað sá í kvøld út til, at H71 hevur fleiri streingir at spæla upp á á bakplássunum. Meðan Emil Nielsen í kvøld var ov einsamallur hjá KÍF veruliga at hótta verjuna og málið hjá H71. Tað sást eisini aftur í, at kollfirðingar bara skoraðu átta ferðir í seinna hálvleiki, og tað er ov lítið.

Emil Nielsen var toppskjútti hjá KÍF við 9 málum. Rókur Ziskason skoraði oftast hjá H71, hann skeyt 10 mál.

Dysturin á Handballstatz

Dómaraseðil á hsf.fo

DystirVunnin málTapt málMunurStig
VÍF61921623010
StÍF6178164148
Kyndil617016378
H71719719527
Neistin6147149-26
KÍF7173182-95
Team Klaksvík6150192-420
Stjørnan6144199-552
Kelda: hsf.fo