Danskur bakkur til 07 Vestur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrr í vikuni boðaði 07 Vestur frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við unga evnaríka danan Casper Gedsted. Casper Gedsted er 22 ára gamal og spælir sum høgri bakkur. Casper hevur gjørt eitt ára sáttmála við 07 Vestur.

Casper Gedsted varð tikin inn í ungdómsdeildina hjá Aab sum 13 ára gamal. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri AaB í Superliguni í mars 2022. Hann hevur síðan spælt sjey dystir í superliguni fyri AaB og 21 dystir fyri HB Køge í næstbestu og triðbestu deildini í Danmark.

Hann var eitt tíðarskeið úti við skaða, men hann er komin væl fyri seg aftur.Casper Gedsted hevur spælt við donsku U16 og U17 landsliunumi.