Norski spælskiparin Stine Oftedal Dahmke og danski málverjin Emil Nielsen eru kosin ársins virðismiklastu leikarar í kappingarárinum 2023/24 á EHF Excellence Awards 2024 í Wien. Tað skrivar EHF á heimasíðu síni.
33 ára gamla Stine Oftedal Dahmke legði hondbóltsskógvarnar á hillina eftir OL í París 2024. Hon hevði eina frálíka yrkisleið við fimm evropameistaraheitum og trimum heimsmeistaraheitum fyri Noreg. Hon vann eisini sítt triðja EHF Champions League heitið við Györi Audi ETO KC, áðrenn hon gavst í summar. Á Olympisku leikunum í París eydnaðist henni at vinna eitt OL gullmerki, eftir at hava vunnið bronsumerki í 2016 og 2020.
27 ára gamli Emil Nielsen vísti sítt virði sum ein av fremstu málverjum við bjargingarprosentinum 39,5 í EM-endaspælinum í januar. Hóast Danmark tapti fyri Fraklandi í finaluni, vann Emil Nielsen heiðurin sum dagsins leikari. Hann vann eisini olympiskt gull við Danmark í summar. Haraftuat vann Emil Nielsen eisini sítt fyrsta EHF Champions League heitið við Barcelona í 2023/24
Danski høgri bakkurin, Mathias Gidsel, og norska málkvinnan, Katrine Lunde, fingu nýggja heiðurin European Olympic Excellence Award fyri teirra frálíku avrik á olympisku leikunum í París 2024.
Nýggj nøvn í EHF Hall of Fame:
At enda vórða 21 nýggj nøvn tikin við í EHF Hall of Fame. Nøvnini síggjast niðanfyri:
Málverjar
- Andreas Thiel / Týskland
- Mats Olsson / Svøríki
- Dejan Perić / Serbia
- Luminița Hutupan-Dinu / Rumenia
Vinstra veingir
- Gergő Iváncsik / Ungarn
Vinstru bakkar
- Nikola Karabatic / Frakland
- Mikkel Hansen / Danmark
- Carmen Amariei / Rumenia
- Anja Andersen / Danmark
Spælskiparar
- Ljubomir Vranjes / Svøríki
- Andy Schmid / Sveis
- Mia Hermansson-Högdahl / Svøríki
- Stine Oftedal Dahmke / Noreg
Høgru bakkar
- Volker Zerbe / Týskland
- Staffan Olsson / Svøríki
- Indira Kastratović / Norðurmakedonia
- Marta Mangué / Spania
Høgri veingir
- Luc Abalo / Frakland
- Ivan Čupić / Kroatia
Strikuspælari
- Igor Vori / Kroatia
Verjuleikari
- Viran Morros / Spania