Danmark megnaði ikki at standa móti norsku evropameistarunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

EM-finala í kvinnuhondbólti:
Danmark – Noreg 23-32 (12-13)

Nú skuldi tað verða, hildu danir undan EM-finaluni í kvinnuhondbólti í dag móti væl smurdu norsku hondbóltsmaskinuni.

Tað gekk eisini væl eina løtu, og Danmark byrjaði betri. Anna Kristensen stóð væl í málinum, og Danmark hevði nøsina framman fyri meginpartin av seinna hálvleiki.

Beint fyri hálvleik kom Noreg tó fram um, og í steðginum var 13-12.

Í seinna hálvleiki vísti Noreg við heimsíns besta hondbóltsleikara, Henny Reistad, hví tær eru besta liðið í evropa og helst eisini heiminum.

Norska verjan og málverjin, Silja Solberg-Oesthassel, stongdu málið, og í hinum endanum megnaði danska verjan ikki at standa móti norska trystinum við frálíkum hondbóltsspæli við einum ótrúligum neyvleika.

Tað var einki at gera hjá Danmark. Alt fór í málið, og Noreg vann so lættliga sum 31-23.

Harvið vann Noreg enn eitt meistaraheiti við íslendska venjaranum Thorir Hergeirsson, sum nú gevst sum norskur landsliðsvenjari eftir 15 ár og ellivu meistaraheitið. So nógv meistaraheitið hevur eingin annar venjari vunnið við einum landsliði.