Havstovan hevur latið Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Tað skrivar Havstovan.
Hýsustovnurin er væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri toskastovnin á Landgrunninum síggjast ávís tekin til bata, men stovnurin er framvegis undir vandamarkinum.
Tískil verður mælt til at minka fiskidagarnar hjá øllum skipabólkum í fiskidagaskipanini við 10% í samsvar við dagførdu endurbyggingarætlanina fyri tosk, hýsu og upsa á Landgrunninum.
Somuleiðis verður mælt til at tillaga gýtingarfriðingarnar og steingja økir fyri vinnuliga veiðu, har smáfiskur heldur til. Fyri Føroyabanka verður mælt til, at fiskidagatalið í 2025 verður 150 fiskidagar, sama dagatal sum í 2024.
Fleiri av høvuðsbotnfiskastovnunum eru væl fyri, men støðan hjá toskinum á Landgrunninum krevur at fylgja endurbyggingarætlanini og skerja fiskidagarnar.
Tilmælið sæst her.