Kalpana Vijayavarathan-R, granskari á Námsvísindadeildini, hevur í nýggjari grein víst á týdningin av, at tilflytarabørn hava rætt til útbúgving. Tað skrivar Fróðskaparsetrið.
Greinin, sum er partur av serútgávu av Fróðskaparriti um mannarættindi í Føroyum, kannar, um føroyskur útbúgvingarpolitikkur lýkur hesi krøvini.
Greinin ber heitið Inkluderandi útbúgving sum mannarættindi hjá tilflytaranæmingum í føroyska fólkaskúlanum. Hon lýsir, hvussu politikkur og tiltøk í Føroyum ávirka tilflytarabørn, serliga í sambandi við málstøðu og integrasjón. Úrslitini benda á, at sjónarmiðið um, at málið er trupulleikin, kann tarna møguleikunum hjá tilflytarabørnum at gerast fullgyldugir limir í føroyska samfelagnum.
Greinin er bygd á greiningar av føroyskari útbúgvingarlóggávu og gransking á økinum, og mælir til broytingar, sum betra um rættindi og útbúgvingarmøguleikar hjá tilflytarabørnum.
Lesið greinina her.
Lesið alla serútgávina av Fróðskaparriti um menniskjarættindi her.