Kostnaðarmetingin fyri Suðuroyartunnilin í verandi uppskoti er alt ov bjartskygd, siga keldur við vitan innan vega- og tunnilsarbeiði.
Talan kann sambært Landsverk vera um milliarda upphæddir í skeivari kostnaðarmeting. Stovnurin heldur at kostnaðarmetingin í lógaruppskotinum kann – alt eftir um avleiddar verkætlanir verða tiknar við ella ikki – vera millum eina og tvær milliardir kr. ov bjartskygd.
Samstundis metir Føroya Arbeiðsgevarafelag at verkætlanin enn ikki er búgvin til politiska viðgerð.
Har eru sambært Arbeiðsgevarafelagið “fleiri viðurskifti sum hava við sær at lógaruppskotið enn ikki er búgvið at leggja fyri Løgtingið. Í stuttum snýr tað seg um at tað ikki er skilagott at taka avgerð um hesa verkætlan uttan nakað politiskt og samfelagsligt kjak um tað búskaparliga er ráðiligt at fara undir ætlanina, um alternativar loysnir, eitt nú um hvør linjuføring er tann besta, og hvussu vit fáa sum mest av samfelagsgagni burturúr íløguni.”
Í verandi uppleggi til Suðuroyartunnilin eru krøvini, til dømis tá tað kemur til breidd og hædd á tunlinum, sett lægri í mun til eitt nú Eysturoyartunnilin. Verða tey sett á sama stig sum í Eysturoyartunlinum, so hækkar kostnaðurin eisini nakað, vísir Landsverk á.
“Landsverk hevur fingið til uppgávu frá arbeiðsbólkinum sum arbeiðir við at fyrireika Suðuroyartunnilin at trýstroyna kostnaðarmetingina hjá Tunnilsfelagnum,” skrivaði stovnurin í sínum viðmerkingum til kostnaðarmeting av Suðuroyartunlinum.
“Kostnaðarmetingin hjá Tunnilsfelagnum fyri tunnilin uttan avleiddar verkætlanir er 3,4 milliardir krónur,” staðfesti Landsverk og vísti síðan til sínar egnu metingar, við støði annars í somu fyritreytum.
“Um eindarprísurin frá Eystur- og Sandoyartunnilinum verður brúktur, so verður kostnaðarmetingin áljóðandi 4 mia. kr. Um eindarprísirnir fyri nýggjastu landtunlarnar hjá Landsverki verður brúktir, so verður kostnaðarmetingin 4,5 miá. kr. Um eindarprísirnir verða samansettir fyri bæði undirsjóvar- og landtunlarnar, so verður prísmetingin áljóðandi 4,3 mia. kr. Við at hyggja eftir føroyskum eindarprísum fyri nýggjastu undirsjóvar- og landtunlarnar, so hækkar kostnaðarmetingin við ávikavist 545, 1.035 og 808 mió. kr. í mun til verandi kostnaðarmeting hjá Tunnilsfelagnum.”
Hartil koma avleiddar verkætlanir, nevniliga tilhoyrandi vegir og smærri tunlar.
“Kostnaðarmetingin hjá Tunnilsfelagnum við avleiddum verkætlanum, sum eru Sandvíkartunnilin og tunnilsvegir, er 3,8 mia. kr. Hettar svarar til P50. Hyggja vit eftir P85, sum er tilmæld kostnaðarramma fyri verkætlanir, so verður prísmetingin áljóðandi 4,1 mia. kr. Við P85 kostnaðarmetingini gerst munurin uppaftur størri. Hækkingin er ávikavist 1.025, 1.603 og 1.321 mió. kr.,” viðmerkti Landsverk.