Eiðis kommuna og Eiðis Bóltfelag hava undirskrivað ein sáttmála, har bóltfelagið avhendar gamla EB-húsið til kommununa, og í staðin fær felagið nýtslurætt til nýggja EB-húsið vestanfyri høllina. Sáttmálin tryggjar greið viðurskifti millum kommununa og EB um nýtsluna av húsinum. Tað skrivar Eiðis kommuna.
Nýggja EB-húsið, sum ætlandi verður klárt síðst í 2025, fer at hýsa skrivstovum, venjingarhøli, felagshøli og umstøðum til klædnavask. Húsið fer at bøta um atkomuna til høllina, serliga hjá rørslutarnaðum, og nøkta tørvin á einum goymslurúmi út frá hallargólvinum. Staðbundna fyritøkan Sp/F Hammer smíð stendur fyri byggingini.
Hesin sáttmáli er eitt týðandi stig fyri Eiðis Bóltfelag, tí hann tryggjar felagnum betri karmar um sítt virksemi. Samstundis verður hetta ein betring fyri alla kommununa, tí húsið fer eisini at nøkta tørvin á øðrum felagsvirksemi á ovastu hæddini. Við nýggju umstøðunum fær EB enn betri møguleika fyri at menna sítt arbeiði og skapa enn fleiri góðar upplivingar fyri børn, ung og vaksin á Eiði.