Ein maður í 30’árunum er deyður, og ein annar maður í 40’árunum er í lívsvanda, eftir eina arbeiðsvanlukku umborð á farmaskipinum Glyvursnes hjá Smyril Line í havnini í Hirtshals. Báðir eru føroyingar. Tað boðar Nordjyllands Politi frá.
Løgreglan fekk fráboðan um eldsbruna á klokkan 22.02 í gjárkvøldi. Eldsbrunin byrjaði í maskinrúminum, meðan arbeiði var í gongd. Tríggir av manningini vóru til staðar. Tann triðji av manningini fekk roykeitran, men støðan er stabil.
Orsøkin til eldsbrunan verður kannað nærri, og ein brannteknisk kanning skal staðfesta, hvat hendi. Arbeiðseftirlitið skal eisini kanna málið.
Teir avvarðandi eru kunnaðir, upplýsir vaktleiðarin.
Eldsbrunin er sløktur, sigur Nordjyllands Politi á X.