Kunnger broyting um røkt av fæi í grunni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lýst broyting í Kunngerð um røkt av fæi arbeiðsmarknaðareftirlønargrunsins.

Kunngerðin, sum kemur í gildið beinanvegin, ásetur reglur um, hvussu stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin skal umsita fæið í eftirlønargrunninum soleiðis, at tað
verður til størst møguligt gagn fyri eftirlønarskipanina.

Endamálið við nýggju kunngerðini er at tryggja, at fæið verður umsitið við mest møguligum avkasti fyri eftirlønarskipanina og við einari ráðiligari váðastýring. Kunngerðin ásetur hámark fyri íløgur í ymiskum aktivklassum og tryggjar, at grunnurin altíð hevur gjaldføri til útgjaldingar.

Grunnurin kann gera avtalu við Landsbanka Føroya um at røkja fæið eftir ásetingunum í kunngerðini.