Fíggjarmálaráðið hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um skiftisreglu hjá teimum, sum arbeiða og gjalda skatt uttanlands.
Skiftisreglan tekur atlit til persónar, sum higartil hava verið skattaðar sera lagaliga samanborið við aðrar løntakarar í Føroyum, og nú missa nakrar av skattafyrimununum, og tí fara at merkja, at teir fara at verða skattaðar harðari eftir stuttari tíð.
Skiftistíðin er trý ár. Frádrátturin fyri 2025 verður 72.000 krónur og verður stigvíst minkandi til 48.000 krónur í 2028.
Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið og verður mett at kosta landskassanum upp á 8 milliónir krónur í 2025.