Sagosen spælir ikki aftur í HM

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Stóra stjørnan hjá norsku hondbóltsmonnunum, Sander Sagosen, verður helst ikki aftur á vøllinum í hesum HM-endaspælinum. Skaðin, sum hann fekk í seinasta álopi í dystinum móti Spania í gjárkvøldi, vísur seg at vera so álvarsamur, at hann ikki kann spæla hondbólt í einar fýra til seks vikur.

Sander Sagosen hevði júst loftað einum bólti, tá ið hann setti seg niður á vøllin og mátti út. Nærri kanningar vístu, at hann hevði toygt ein vødda aftan á tjúkkanum.

Sambært landsliðslæknanum, Thomas Torgalsen, tekur tað vanliga fýra til seks vikur at koma fyri seg aftur eftir ein slíkan skaða, men Sander Sagosen hevur fyrr víst, at hann kann koma skjótt aftur.

Noregi má nú spæla uttan Sander Sagosen í tveimum teimum seinastu dystunum í millumbólkinum móti Kili og Svøríki.